Mótmæla við bindi fyri munnin

Friðarbogin, sum umboðar samkynd í Føroyum, mótmælti í dag avtaluni hjá samgonguflokkunum, um ikki at nerta spurningin um skrásett parlag komandi fýra árini

MÓTMÆLISGONGA

 

Tað var ikki við politiskum rakstrarópum og harðligum mótmælum, at felagsskapur teirra samkyndu í Føroyum, Friðarbogin, mótmælti avtaluni millum samgonguflokkarnar, um ikki at taka spurningin um skrásett parlag upp í verandi valskeiði.

Heldur ikki bar til hjá Sosialinum at fáa nakra viðmerking frá mótmælisfólkunum, og tí byggir hendan greinin á eitt prát hjá Elin Winter Poulsen við forkvinnuna í Friðarboganum, Tinu K. Jacobsen, í eini tíðindasending á Rás2 fyrrapartin.

Her sigur forkvinnan millum annað:

- Hetta er ein máti at vísa okkara ónøgd. Og vit hava so valt at gera tað á tann hátt, sum politikararnir gera tað, nevniliga við ikki at tosa um hetta málið. So hetta er tað, vit fara at gera, nevniliga at standa í ein tíma, men vit fáa einki burturúr. Vit koma ikki víðari við kjakinum, vit fáa ikki sannført nakran ígjøgnum hendan tíman um, at skrásett parlag er í lagi, men tað skulu vit heldur ikki sannføra nakran um tey næstu fýra árini.

Men tað gera tit nú, fyri at løgtingsfólkini skulu varnast tykkum, ella hvussu?

- Ja, sjálvandi er tað tí, at samgonguskjálið er so nýtt, tí samgongan er júst byrjað og farin til verka. Eg haldi, at vit beinanvegin eiga at vísa á, at hetta her er ikki rætti mátin í einum demokratii at fara við nøkrum heilt grundleggjandi persónligum rættindum uppá.

Rokna tit við eini stórari undirtøku?

- Tað er torført at siga. Veðrið er ikki av tí ringasta, men tað regnar, og fólk í Føroyum hata regn av onkrari orsøk. Men tað eru fólk, ið ætla sær oman, sum vit hava fingið at vita við telefonuppringingum, telduposti og øðrum, so tað vóna vit, segði Tina K. Jacobsen, forkvinna í Friðarboganum í samrøðu við Rás2 klokkan 11 fyrrapartin.

Mótmælisgongan hjá hjá teimum samkyndu savnaði eini 12-15 fólk frammanfyri Løgtingshúsinum.