Mótmæla á Vaglinum

Ein stór kravgonga er komin úr Gundadali og oman á Vaglið í Havn. Tað er Føroyar Pedagogfelag, sum er í verkfalli, sum skipar fyri.

Á Vaglinum verða røður hildnar, har er tónleikur, felagssangur o.a.

Felagið hevur hett á fólk um at stuðla kravgonguni, og nógv fólk hava tikið undir við áheitanini hjá Pedagogfelagnum um at hjálpa teimum at »greiða krúlluna«.

– Takið tykkum frí og farið á Vaglið og vísið okkum soldaritet. Standið saman um Pedagogfelagið sum torir at gera nakað við støðuna. Vit hava brúk fyri stuðli til at loysa hesa trætuna. Vit vilja øll sleppa aftur til arbeiðis, segði Pedagogfelagið í áheitan áðrenn fundin.

Myndir: Birgir Waag Høgnesen