Mótmæla uppsøgn

Umleið 200 fólk, teirra millum umleið 10 prestar, hittust til fundar í Munkebo á Fyn í gjárkvøldið at mótmæla, at Presturin Bodil Greve Schmidt er koyrd úr sínum prestastarvi í Munkebo. Fundurin var so hvassorðaður, at ein sjónvarpsmaður, sum hevði verið inni og lurtað, segði seg ikki hava upplivað slíkt áður.

Tað sermerkta við uppsøgnini er, at hon byggir ikki á nakra beinleiðis gerð, men á metingar, og tað hevur fingið fleiri prestar aðrastaðni at gera vart við seg. Ein av teimum misnøgdu prestunum, Georg Klinting, sigur við Kristeligt Dagblad, at hann og fleiri av hansara starvsfeløgum hava mist álitið á myndugleikunum og serstakliga kirkjumálaráðnum. 45 prestar hava skrivað undir eitt mótmælisskriv til Bertel Haarder, kirkjumálaráðharra.