Mótmæla ætlan at hækka pensjónsaldur

Landsfelag Pensjónista mótmælir við hesum ætlan landstýrisins at hækka pensjónsaldurin 1 ár ella meir frá 1.januar 2013 at rokna.

Landsfelag Pensjónista

Hækkan av pensjóns­aldrinum var frá byrjan partur av pensjóns­ný­­skip­anar­ætlanini. Spurn­­ingurin varð tó lagdur til viks av polit­iska fylgi­bólkinum, og er hann tí ikki nóg væl viðgjørdur – hvørki fakliga, politiskt ella í almenninginum. At avgerð nú knapliga skal vera tikin um at hækka pensjónsaldurin er tí ilt at fata, og fær henda av­gerð illa vera bygd á nak­að seriøst grund­arlag.
Við høgum arbeiðs­loysi verður hækkaður pensjónsaldur neyvan nøkur sparing, men held­ur ein økt fíggjarlig byrða fyri ALS og for­sorg­ar­lógina.
Føroyingar hava hægsta pensjónsaldur í Europa, sum er, og tí eru mong uppslitin av hørð­um kropsligum arbeiði, longu áðrenn tey hava rokkið verandi pen­sjóns­aldur.
Eldri fólk eru menn­iskju.
Í framkomnum væl­­­ferðar­sam­feløg­um syrgja myndug­leik­arnir f0yri, at slík prinsipiell mál, sum broyting av pen­sjónsaldri er, verða sett í verk yvir eitt langt áramál, so borg­ar­arnir fáa rímuliga tíð at innstilla seg til broyttu fortreytirnar á pen­sjónsøkinum.  
Føroya Landsstýri unnir bert eldru borgar­um sínum 9 mánaðar at innstilla seg upp á at skula vera 1 ella kanska fleiri ár eyka á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er óneyðuga fyri­litar­leyst, og mælir Lands­felag Pensjónista tí landsstýri og løgtingi til at ógilda hesa illa um­hugsaðu avgerð.
Eldri Føroyingar hava størri virðing uppiborna frá landsins hægstu mynd­ugleikum enn her verður sýnt teimum.