Mótmæla sparingum á Setrinum

MÓTMÆLI

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

Fríggjadagin 3. apríl verður skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum.

- Við hesum vilja vit vísa okkara ónøgd við førda politikkin á útbúgvingarøkinum í Føroyum.

Vit mótmæla, at samgongan svíkur lyftini í samgonguskjalinum um at raðfesta útbúgving og gransking í Føroyum.

Vit mótmæla, at Søgu og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skal kenna sviðan av hesum, hóast mong vilja lesa har.

Vit mótmæla, at samgongan gongur ímóti øllum lyftum, ið allir flokkar góvu við seinasta val um, at Fróðskaparsetrið skuldi mennast til altjóða universitet.

Vit mótmæla, at politiska skipanin er við til at gera føroyska ungdómin til størstu útflutningsvøru føroyinga, við ikki at raðfesta útbúgving hægri.


Vísið tykkara ónøgd við sviknu lyftini. Vísið tykkara ónøgd við gongdina!


Møtið fjølment á Vaglinum fríggjadagin klokkan 16!


Við lestrarkvøðu


Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya


Hesi stuðla mótmælistiltakinum:


Meginfelag Føroyskra Studenta

Føroya Ungdómsráð

Unga Tjóðveldið

Ung fyri Miðflokkin

Unga Sjálvstýrið

LISA - Listafólkasamband Føroya

Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara

Starvsmannafelagið

Næmingaráðið á Kambsdali