Mótmæla íslendsku hvalaveiðini

Tað stóra amerikanska blaðið New York Times mælir í dag heimsins londum til at taka sær um reiggj og at mótmæla íslendsku hvalaveiðini.

Íslendska stjórnin samtykti í 2009 at geva hvalabátunum loyvi til at veiða 154 hvalir um árið í fimm ár. Tað fyrsta árið fingu bátarnir 125 hvalir og árið eftir 148. Í 2011 og í fjør veiddu íslendingar ikki hval, tí prísurin á tvøsti fall so nógv á japanska marknaðinum. Árið í ár er tað seinasta í loyvisskeiðinum, og ætlandi fara bátarnir út fyrst í juni, tí ábendingar eru um betri viðurskifti á marknaðinum í ár.

New York Times skrivar, at nebbafiskurin er í vanda fyri at verða týndur, men at tað er neyðugt at verja øll hvalasløg.

-Lond, sum ikki veiða hval, USA og onnur, eiga at mótmæla hvalaveiði, skrivar blaðið.