Mótmæla skerjingum hjá Strandferðsluni

Borgarstjórarnir í Suðuroy og Nevndin í Suðuroyar Ferðavinnufelag hava skriva Johan Dahl, landsstýrismanni við vinnumálum, soljóðandi bræv:

Á fundi í Øravík 2. november 2009 savnaðust borgarstjórarnir í Suðuroy og nevndin fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, har ætlaðu skerjingarnar innan Strandferðsluna vóru umrøddir. Øll samdust um, enn einaferð, at heita á landsstýrismannin við vinnumálum, at hava í huga, hvussu nógv títtleikin í ferðaætlanini hjá Smyrli hevur at týða.
Ikki landsstýrismanninum at siga, so merkir eitt gott samband millum Suðuroynna og meginøkið almikið fyri allar samfelagsligar tættir. Fundurin í Øravík snúði seg um ferðavinnuna í Suðuroy, og tí verður hendan áheitan í ferðavinnuhøpi burturav. Borgarstjórarnir í Suðuroy hava annars í brævi áður gjørt vart við síni sjónarmið í samfelagsligum høpi yvirhøvur.
Søguliga hevur Suðuroyggin verið tengd at kalla burturav at fiskivinnuni, og soleiðis er tað enn. So fjarskotin oyggin er frá meginlandinum, eru aðrir møguleikar avmarkaðir, og lítið fellur oynni í lut av almennum arbeiðsplássum. Tí verður alla tíðina roynt at fáa oynni fleiri vinnulig bein at standa á, eitt teirra er ferðavinnan.
Hesum hava góðar kreftir í oynni virkað fyri í mong ár. Í 1993 varð kunningarstova latin upp á Tvøroyri, og tíggju ár seinri varð kunningarstova latin upp í Vági. Í dag reka og fíggja ávikavist Tvøroyrar- og Vágs kommunur sínar kunningarstovur.
Í desember í fjør gjørdi nevndin fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag av at taka eitt stig afturat, og setti ferðavinnusamskipara fyri oynna. Endamálið er at verða ferðavinnuveitarum til hjálpar og at gera sítt til at fáa enn fleiri ferðafólk til Suðuroyar,- føroyingar sum útlendingar.
Hetta miðvísa arbeiði hevur eisini givið úrslit, soleiðis at vit ongantíð áður hava sæð so mong ferðafólk í oynni, sum aftur hevur havt við sær, at ferðavinnuveitarar innan alt fleiri øki, hava ment seg munandi. Høvuðsboðskapur okkara er, at so mikið fjarskotin oyggin er, og við tí náttúrutilfeingi hon ber í sær, við sera góðum atkomumøguleikum til vakrastu útsýnisplássini, er oyggin ferðavinnuperla Føroya.
Vit eru sannførd um, at vit hava stórar møguleikar fyri framman í ferðavinnuhøpi.
Eru atkomumøguleikarnir til náttúruupplivingar í oynni góðir, hevur tað sjálvandi alt at siga, at atkomumøguleikarnir til oynna eru so góðir sum gjørligt. Tað var tí stórt framstig við nýggja Smyrli, sum er lívæðrin til meginøkið,- okkara einasta samband. Hóast vit altíð kundu ynskt okkum enn størri títtleika í ferðasambandinum halda vit, at verandi ferðasamband, havandi í huga peningatrongdina á samfelagnum, er í lagi. Tess fleiri møguleikarnir at koma til og av oynni eru, tess lagaligari er at ferðast higar, og tí er tað av allar størsta týdningi, at hendan tænastan ikki verður verri.
Ætlaðu skerjingarnar, vit frætta um, koma okkum sera illa við í allar mátar. Ikki minst fyri okkara ferðavinnuveitarar, sum skulu tilrættaleggja síni ferðavinnutilboð. Ivamál og broyttar ferðaætlanir ger tað ógjørligt við allari tilrættaleggjan.
Borgarstjórarnir í oynni, saman við nevndini fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, vilja tí staðiliga heita á landsstýrismannin við vinnumálum um at gera sítt ítarsta til, at vit kunnu varðveita í minsta lagi verandi ferðatíttleika við meginøkið.

Blíðar heilsanir


Borgarstjórarnir í Suðuroynni

Nevndin fyri Suðuyroyar Ferðavinnufelag
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri
Tórfinn Smith, formaður
Kristin Michelsen, borgarstjóri
Jonny Dimon, kassameistari
Otto West, borgarstjóri
Áki Bertholdsen, skrivari
Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri
Arni Nielsen, næstformaður
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri
Mortan D. Holm, nevndarlimur
Hildur Vestergaard, borgarstjóri
Eyðbjørn Thomsen, nevndarlimur
Delmar Tausen, borgarstjóri
Niels Hammer, nevndarlimur