Mótmæla sambinding av Leitisvegi og Rúnarvegi

- Vit halda, at Runavíkar kommuna handlar í óðum verkum, siga borgarar í Runavíkar kommunu í mótmælisskrivi, sum tey handaðu mánadagin.

Kommunumál
Vilmund Jacobsen

Mánadagin bóru fólk í Runavíkar kommunu eitt mótmælisskriv til býráðið, har mótmælt verður ætlan býráðsins at samanbinda Leitisveg og Rúnarveg, soleiðis at møguleiki verður fyri gjøgnumkoyrandi bilaferðslu. Saman við mótmælisskrivinum vórðu undirskriftir frá borgarum, sum búgva við Rúnarveg og Lómsveg, eisini handaðar kommununi. Hesar vóru 60 í tali.
Borgararnir vísa á, at nógvar grundgevingarnar eru fyri mótmælinum og taka tey nøkur dømi fram:
<sum> Við hesari víðkan av vegakervinum í Runavíkar kommunu, kann roknast við nógvari ferðslu úteftir Leitisvegi ? ikki minst, tá ið hugsað verður um, at nýggi dagstovnurin, sum verður bygdur í løtuni, liggur beinleiðis í framhaldi av hesum vegastrekki.
<sum> Vegirnir, bæði Leitisvegur og Rúnarvegur, eru als ikki bygdir til at tola hesa ferðslu. Teir eru so mikið smalir, og parkeringsviðurskiftini eru so vánalig, at roknast kann við ruðuleika og einum sera vandamiklum vegastrekki.
<sum> Í hesum býlingi eru ógvuliga nógv børn, og er hetta at frøast um, men henda gleðin kann gerast ógvuliga stokkut. Í dag vita vit, hvar børnini eru, hvar tey spæla, nevniliga her rundan um húsini, t.v.s. meira og minni á vegnum. Vælvitandi, at vegurin ikki skuldi verið nakað spælipláss, so meta vit hetta, sum nú er, trygt og gott, tí tann lítla ferðslan, sum er, hevur altíð børnini í huga. Meira ferðsla á hesum vegastrekki, fer at gera hetta til eitt sera vandamikið økið. Eisini skal havast í huga, at fleiri dagrøktarmammur búgva í hesum býlingi.
<sum> Í býlinginum hava vit eitt sambýli, ein bústovn og eitt ellis-og røktarheim, sum ætlandi verður útbygt. Hesi fólk hava als ikki førleika/møguleika at ansa sær í ferðsluni.
<sum> Tá ið vit settu búgv her, fingu vit at vita frá kommununi, at talan altíð fór at vera um ?blindan veg? og ikki gjøgnumkoyringarveg, tí økið norðanfyri Rúnarveg var lagt av til grønt øki/fríøki. Vit undrast á, at eitt kommunustýri, sum til valið segði seg vilja hava meira opinleika ? sum vildi gera tað lættari hjá borgarunum í kommununi at koma til orðanna ? ikki hevur gjørt nakað fyri at koma beinleiðis á tal við okkum.

Í mótmælisskrivinum siga borgararnir, at øll henda ætlan ber ikki brá av, at núverandi kommunustýrið hugsar um trivnaðin hjá teimum, sum búgva í økinum.
- Fyri okkum sýnist hetta, sum um handlað verður í óðum verkum, siga tey.
Borgararnir halda annars, at ætlanin at stykkja út suðureftir úr Leitisvegi uttan iva er góð, og tørvur er á hesum.
- Men um vit so skrædna, skilja vit ikki, hví gjøgnumkoyrandi bilaferðsla skal verða.
Tey halda, at eitt gott hugskot hevði verið at samanbundið vegirnar við gonguteigi ella onkrum líknandi.
- Hetta kundi hóast alt verið eitt vakurt øki, eitt fríøki, sum stórur saknur er á í
kommununi.
At enda í mótmælisskrivinum heita borgararnir staðiliga á kommununa um at
umhugsa hesa avgerð einaferð enn og við skynsemi hugsa um tey, sum búgva her, eins og hugsað verður um komandi ættarlið.
- Tað var hóast alt høvuðsevni á seinasta kommunuvali, at nú skuldi trivnaðurin
hjá borgarunum hava fyrsta prioritet, siga íbúgvarnir við Rúnarveg og Lómsveg.


Allir hava
fingið skrivið

Tað var býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum tók ímóti mótmælisskrivinum.
Í stuttari viðmerking, sigur Rodmundur, at hann lovaði teimum, sum møtt vóru, at býta skrivið út til allar býráðslimirnar sama kvøldið, og tað gjørdi hann eisini. Sjálvur las hann skrivið seinni um kvøldið.
- Í løtuni havi eg onga viðmerking til tað, sum borgararnir føra fram. Skrivið verður
viðgjørt í teknisku nevnd um einar 14 dagar, sigur Rodmundur Nielsen.