Mótmæla rullubrettisbreyt

Íbúgvar í Magnus Heinasonargøtu í Havn mótamæla, at býráðið tekur parkeringspláss til rullubrettisbreyt

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið varð býráðnum handað eitt mótmælisskriv frá borgarum niðast í Magnus Heinasonargøtu í Havn. T. e. gøtan frá Sverrisgøtu oman móti parkeringsplássinum sunnan fyri Margarinfabrikkina.
Orsøkin til mótmælið er, at býráðið hevur tikið parkeringsplássið til eina rullubrettisbreyt:
Íbúgvarnir siga í mótmælinum:
»Undirritaðu íbúgvar í og grannar til Magnus Heinasonargøtu mótmæla hervið ætlanum býráðsins at taka parkeringsøkið niðarliga í gøtuni til rulluskoytubreyt til Margarinfabrikkina.
Orsøkin til mótmæli okkara er heilt einfalt tann, at í M. Heinasonargøtu er frammanundan nærum ógjørligt at sleppa av við bilar ? uttan í tíðaravmarkaðu p-básunum og er hetta eingin loysn fyri tey, sum búgva her.
Í M. Heinasonargøtu eru bæði sethús og virkis- og handilshús við tørvi á nógvum parkerinsbásum. Hesin tørvur er ikki nøktaður sum er. Eisini um tit banna allari ferðslu í niðara parti av Magnus Heinasonargøtu, hvussu skulu vit, sum búgva her, so sleppa til hús við vøru og øðrum?
Nevnda parkeringsøkið, sum ætlanin er at gera til rulluskoytubreyt, er heldur ikki egnað til hetta endamál. Hví ikki finna hesum ungu eini hús og øki í útjaðaranum av býnum, har tey í friði og náðum kunnu gera sær hóskandi breyt og lata hesar fáu (4) parkeringsbásarnar vera til íbúgvarnar í gøtuni? Margarinfabrikkin kundi síðani sum frá leið verðið umgjørd til P-hús.
Við vón um at mótmæli okkara verður tikið til eftirtektar.«
Aftan á handanina fekst at vita, at tann uppsetta breytin bert skal standa í ein mánað. Men hvat síðani skal henda varð einki sagt um.