Mótmæla rættarmáli í Ukraina

Í Ukraina hava myndugleikarnir gjørt av at útseta rættarmálið ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Julia Timosjenko, sum er ákærd fyri at hava misnýtt sítt vald, tá hon sum forsætisráðharri skrivaði undir eina avtalu við Russland um gass. Tað var í 2009. Verður hon funnin sek, kann hon fáa upp í 10 ára fongsul.

Sjálv sigur Julia Timosjenko, at hon er ósek, og at rættarmálið er politisk hevnd ímóti sær. Málið hevur eisini vakt ans uttanlands. ES og USA styðja fyrrverandi forsætisráðharran, og fleiri ES-lond hava sagt, at rættarmálið ímóti henni kann forða fyri tættari samskifti millum ES og Ukraina.

Ein talskvinna fyri uttanríkispolitiska stjóran hjá ES, Catherine Ashton, segði í dag, at Ashton og amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clintonm hava skrivað ukrainska forsetanum, Viktor Janukovitj, bræv um rættarmálið.

Julia Timosjenko var ein av høvuðspersónunum aftan fyri kollveltingina í Ukraina í 2004.