Leygardagin verður fundur í Svolvær í Noregi, har fólk fara at stovna ein felagsskap, hvørs endamál er at forða fyri oljuboring í Lofoten og Vesterålen. Gaute Wahl, sum hevur tikið stig til fundin, sigur við NTB, at tann lokala mótstøðan ímóti oljuboring í økinum er stór. Í 2006 kom stjórnin til ta niðurstøðu, at umhvørvið í Lofoten og Vesterålen er ov viðbrekið til oljuvinnu. Tann støðan skal endurskoðast í 2010, og nýggi felagsskapurin skal tryggja, at politikararnir taka somu støðu tá.