Stýrið fyri Eysturoyar røktar- og ellisheim hevur nú sent Almannamálraráðnum eitt mótmælisskriv, har tey vísa á teirra ónøgd við ætlanirnar um at niðurleggja virksemið á Heiminum á Mýrunum.
- Tørvurin fyri búplássum til minisveik í Eysturoynni er alsamt vaksandi, og tí er stórliga at undrast á, at landsstýriskvinnan í almannamálum hevur tikið avgerð um at niðurleggja átta slík pláss í Eysturoynni, sigur stýrið í mótmælisskrivinum.
Tey vísa á, at kommunurnar í Eysturoynni hava bæði sum einstakar og kanska serliga við felags kommunala stovninum Eysturoyar røktar- og ellisheim gingið á odda at veita góðar og tryggar umstøður til eldru borgararnar.
- Tí kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka, at landspolitiski myndugleikin sum lið í eini sparting, nú hevur í hyggju at niðurleggja virksemið á Heiminum á Mýrunum og við tí gera, at átta pláss verða færri til minnisveik í Eysturoynni.
Stýrið heldur ikki, at eitt dagtilhald er nóg mikið, tí summir brúkarar hava tørv á hjálp eisini aðrar tíðir.
- Tankin um møguligt dagtilhald er áhugaverdur og kemur at gagna nøkrum brúkarum, so má síggjast í eyguni, at hjá teimum, ið tørvar búpláss, er møguligt tilboð um dagtilhald ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at ansingartørvurin hjá hesum jú ikki er avmarkaður til dagtímarnar, men harafturímóti til allar 24 tímarnar í døgninum. Hetta kunnu uttan iva møng avvarðandi skriva undir uppá, stendur í mótmælisskrivinum.
Stýrið sigur, at um landsstýriskvinnan heldur fast við ætlanina um at niðurleggja virksemið á Heiminum á Mýrunum, eigur tað undir ongum umstøðum at verða sett í verk, fyrr enn onnur átta búpláss eru funnin til vega í Eysturoynni.










