Tann parturin av norska vinnulívinum, sum hevur áhugamál á Svalbard, vil ikki góðtaka verndarætlanina hjá myndugleikunum í Oslo, og tað lokala stýrið í Longyerbýnum tekur heldur ikki undir við ætlanini.
Nú hava russar so boðað frá, at teir góðtaka heldur ikki ætlanina. Russisku myndugleikarnir hava sent uttanríkisráðnum í Oslo mótmæli, og tað hevur havt við sær, at sýslumaðurin á Svalbard hevur játtað at endurskoða tann partin av ætlanini, sum viðvíkir Colesvíkini, sum russar hava serligan áhuga í.
Semja er heldur ikki um oynna Hopen. Myndugleikarnir hava skotið upp at friða alla oynna sum náttúruøki, men norsk oljufeløg hava mótmælt uppskotinum. Feløgini siga, at Hopen hevði verið sera væl egnað sum neyðug trygdarstøð hjá einari komandi oljuvinnu í norðara parti av Barentshavinum. Sýslumaðurin hevur tí skotið upp, at ein partur av oynni verður hildin uttan fyri friðingarætlanina.
Upprunaliga ætlanin hjá norsku stjórnini var at avgreiða friðingarætlanina í hesum árinum, men tað letur seg ikki gera nú.