Starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum er alt annað enn nøgt við framferðina hjá landstýrismanninum við heilsumálum, Aksel V. Johannesen. Summi ynskja landsstýrismannin frákoyrdan. Rás2 segði á middegi, at øll álitisfólkini á Landsjúkrahúsinum hava tikið stig til ein fund, sum varð hildin herfyri.
Endamálið við fundinum var at snikka saman eitt skriv til myndugleikarnar, har tey vísa á, at tað er skeivi maður, sum hevur mist starvið í hesum málinum. Tey vilja hava Allan Skaalum settan aftur í starv sum stjóra á Landssjúkrahúsinum, og tey mótmæla framferðini hjá landstýrismanninum.
Sambært Rás2 vilja summi av starvsfókunum, at tað í staðin átti at verðið Aksel V. Johannesen sjálvur, sum eigur at missa starvið. Onnur av starvsfólkunum halda tó, at eitt slíkt krav kanska er nakað veruleikafjart.
Sum skilst er í øllum førum ætlanin at savna undirskriftir frá starvsfólkinum á Landssjúkrahúsinum, fyri at fáa Allan Skaalum aftur í starv.
Jóanis Erik Køtlum, sum nú er settur fyribils stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur ongar ætlarnir at halda fram í starvinum. Hann verður bert inntil annar stjóri er funnin.