Mótmæla havnarútbygging í morgin

103 fólk hava boðað frá, at tey fara út á Skansan at mótmæla útbyggingini av Tórshavnar Havn

103 fólk hava boðað frá, at tey fara út á Skansan at mótmæla

 

Í morgin klokkan 11 verður skipað fyri mótmælisfundi á Skansanum í Havn, har mótmælt verður samtyktu útbyggingini av Tórshavnar Havn.

 

Tað er ein bólkur á Facebook, Steðga Havnarútbyggingini, sum skipar fyri mótmælisfundinum.

 

Umvegis Facebook hava tey boðið 2.180 fólkum við. 208 teirra umhugsa í skrivandi stund at fara, meðan 103 hava boðað frá, at tey koma til mótmælisfundin.

 

11.00-11.20 Livandi tónleikur – og Bartal

11.20-11.30 Vælkomin/røða

11.30-12.15 Samrøðustova

12.15-12.30 Livandi tónleikur – Knút

12.30-13:00 Samanumtøka av samrøðustovuni

13.00-13:30 Mótmælisgonga niðan á Vaglið

 

Fyrireikararnir bjóða kaffi, te, køku og øl.

 

Málið um havnarútbyggingina varð samtykt í Tórshavnar býráð hóskvøldið í síðstu viku við greiðum meiriluta. Tað var bara Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, sum var ímóti.

 

Útbyggingarætlanin fevndi upprunaliga um eina útfylling framman fyri Skansan. Tann ætlanin er nú broytt soleiðis, at tað nú ikki verður bygt út fyri Skansan, men suður úr verandi útfylling uttan fyri molan.