Tórshavnar Býráð mótmælir harðliga, at vinnuháskúlin, ella partar av honum, verða fluttir til Klaksvíkar.
Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í eini yvirlýsing í kvøld.
Tað er ikki ofta, at Tórshavnar Býráð ger yvirlýsingar, men politisku ætlanirnar um at liða vinnuháskúlan sundur og at flyta ein part av honum til Klaksvíkar, verður tikið í so mikið stórum álvara, at býráðið hevur einmælt samtykt eitt mótmæli ímóti ætlanini.
Býráðið staðfestir, at øll faklig tilmæli eru á einum máli um, at tað einasta rætta er at miðsavna vinnuútbúgvingarnar á einum staði fyri at styrkja fakliga kunnleikan.
Býráðið staðfestir eisini, at tað elvir til ótolandi óvissu og ótryggleika, at ivi alla tíðina verður sáddur um framtíðina hjá sjóvinnuútbúgvingunum.
Og tað skal vera í høvuðsstaðnum, har skúlin er rótfestur og hevur ein langa søgu.
Vinnuháskúlin er á høgum, altjóða stigi, men tað er skjótt at bróta niður.
Tvørtur ímóti heitir býráðið staðiliga á landsmyndugleikarnar um at sleppa ætlanini og ístaðin leggja eina nýggja og framsókna ætlan fyri at menna høvuðsstaðin og gera hann til ein útbúgvingardepil, bæði fyri miðnámsútbúgvingr, hægri útbúgvingar og gransking.
Tað er bara soleiðis at vit standa okkum í altjóða kappingini, sigur Býráðið.










