Í Íslandi er ferðavinnan harðliga ímóiti einari ætlan hjá stjórnini at hækka meirvirðisgjaldið fyri máltíðir og gistingar á matstovum og gistingarhúsum. Vinnan sigur, at útlendsk ferðafólk eru yvirhøvur samd um, at príslegan í íslendsku ferðavinnuni er rímilig, men at ætlanin hjá stjórnini fer at gera enda á hesari jaligu uppfatanini.
Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, segði í gjár, eftir ætlanini skulu ríkiskassin og ferðavinnan býta inntøkurnar av einum møguligum hægri meirvirðisgjaldi sínamillum.










