Mótmæla føroyska sendistovu í Jerusalem

Savna nú undirskriftir at mótmæla ætlaðu sendistovuni í Jerusalem. Ein bólkur er stovnaður á Facebook fyri fólk, sum mótmæla ætlanini hjá landsstýrinum – ella hjá Jenisi av Rana, uttanríkisráðharra – at stovna føroyska sendistovu í Jerusalem í Ísrael.

Bólkurin kallast »Nei takk til sendistovu í Jerusalem«, og higartil dáma 820 fólk facebooksíðuna.

Tey, sum mótmæla, siga soleiðis á síðuni:

»Síðan dagin, tá ið samgonguskjalið var lagt fram, hevur Jenis av Rana sagt, at hann vil opna eina sendistovu í Jerusalem sum skjótast. Nú hevur Jenis úttalað til útlendskar miðlar at vit viðurkenna Jerusalem sum høvustaður í Israel, at 90 prosent av teimum, ið hann hittir ynskja sendistovu í Jerusalem, at Føroyar elskar Ísrael o.a.

Við at opna eina sendistovu í Jerusalem í hesum tíðum velur Jenis síðu. Jenis velur síðu í einum sera kompleksum stríði, ið vit onki hava við at gera í Føroyum. Flytingin av amerikonsku ambassaduni úr Tel Aviv til Jerusalem síðsta ár, førdi til stórt uttanríkispolitiskt kjak. Tann dagin, tá ið USA flutti sína ambassadu til Jerusalem, var álvarsligt mótmæli í Gaza; minst 40 fólk lótu lív og upp ímótir 1000 vóru særd. Umráðið er mitt í einari politiskari og humanitærari krisu og Jenis heldur, at hann einsamallur kann avgera, hvønn leiklut Føroyar skal hava í hesum sera sárbæra politiska økinum.

Tey, ið vilja mótmæla, og ynskja at taka frástøðu frá útsøgnunum hjá Jenis av Rana kunnu senda sítt navn í okkara inboks. Síðan leggja vit skjalið her á síðuna.«