Felagið fyri føroyskar peningastovnar mótmælir ætlanini hjá landsstýrinum um at hækka lønhæddaravgjaldið fyri banka- og tryggingarvirksemi.
Lønhæddaravgjald er eitt gjald, sum álagt ávísum vinnugreinum, ið eru frítiknar fyri mvg. Avgjaldið fyri banka- og tryggingarvirksemi er í løtuni 5 prosent, men hetta skal ætlandi hækkast til 10%. Hinvegin er ætlanin ikki at hækka avgjaldið fyri heilsurøktartænastur so sum tannlæknavirksemi, fysioterapi og læknavirksemi.
- Tá Føroya Banki varð einskildur gjørdi Landsstýrið nógv burturúr at vissa altjóða íleggjarum, at Føroyar høvdu stabilar íløgukarmar. Undir hesum fortreytum seldi Landskassin túsundtals íleggjarum í Føroyum og uttanlands partabrøv í almennum fyritøkum. Hesir íleggjarar hava keypt partabrøv í tiltrúgv til, at karmarnir fyri børsskrásettu fyritøkurnar, herundir tær sum Landskassin sjálvur hevur selt, ikki tilvildarliga verða gjørdar verri enn fyri aðrar fyritøkur í Føroyum. Tí vil tað verða vandamikið so skjótt aftaná at broyta grundleggjandi karmar, serliga tá hetta er rættað móti nøkrum fáum fyritøkum, herundir tveimum teimum størstu børsskrásettu fyritøkunum, skrivar felagið fyri peningastovnar millum annað í tíðindaskrivinum.
Eisini heldur felagið, at talan er um beinleiðis andsøgn, tá landsstýrið sigur seg vilja marknaðarføra Føroyar sum íløguland og samstundis leggja serskatt á helvtina av teimum børsskrásettu feløgnum í Føroyum.