Nú KÍ og Víkingur skulu spæla finaluna í kappingini um Løgmanssteypið tann 27. august, vilja klaksvíkingar hava Smyril at sigla eykatúr til klaksvíkar eftir KÍ fjepparum, sum ætla sær til dyst.
Í hesum sambandi hava klaksvíkingar vent sær til Strandferðsluna við umbøn um at fáa Smyril at sigla eykatúr til klaksvíkar eftir fólki uppundir dystin, og at sigla tey norður aftur eftir dystin.
Ein grundgeving er, at parkeringsviðurskiftini í Havn eru so vánalig, og hevði Smyril siglt fólkið aftur og fram, ístaðin fyri at tey fóru í bili, hevði tað loyst ein stóran ferðslutrupulleika.
Eftir ætlan skal Smyril sigla úr Havn til Suðuroyar klokkan 16, síðani skal hann sigla norður til Havnar aftur klokkan 18.30, og seinasti túrurin verður so suður leygarkvøldið klokkan 21.15.
Finalan verður í Havn leygarkvøldið 27. august klokkan 19.45, og verður umbønin frá klaksvíkingum gingin á møti, verður neyðugt at broyta ferðaætlanina ímillum Suðuroy og Havnina seinnapartin, og um kvøldið leygardagin - og kanska sunnumorgin við, tí manningin hevur hvílitíðir, sum skulu haldast.
Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at umbønin frá klaksvíkingum skal nú viðgerast fyri at vita, hvat ber til og ikki.
Og hann leggur afturat, at enn hevur Strandferðslan ikki tikið støðu til umbønina.
Men tað hevur Tvøroyrar Býráð harafturímóti tikið støðu til, tí nú er málið komið upp á politiskt stig. Býráðið á Tvøroyri hevði nevniliga eykafund á miðdegi í gjár, og tá var hetta eitt av málunum, sum var til umrøðu.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at Tvøroyrar Býráð mælir frá, at ferðaætlanin verður broytt, tí býráðið heldur ikki, at tað skal órógva ferðaætlanina hjá suðuroyingum fyri tað at Klaksvíkingar skulu sparka í Havn.
Tvøroyrar Býráð vísir á, at klaksvíkingar hava fast samband við Havnina, men er parkeringin í Havn ein trupulleiki, eigur tað at vera nóg mikið av bussum á meginøkinum til at flyta klaksvíkingar aftur og fram.
Tvøroyrar Býráð fer nú at seta seg í samband við hini kommunustýrini í Suðuroy fyri at vita um tey kunnu hava eina felags áheitan Strandferðsluna frá øllum kommununum í oynni um ikki at ganga umbønini á møti, soleiðis at ferðaætlanin hjá Suðuroyingum kann vera ótarnað, eisini tann leygardagin, finalan er.