Mótmæla at barsilsgjaldið hækkar

Fakfelgassamstarvið, sum umboðar meginpartin av alment settu løntakarnum, er ímóti, at barsilsgjaldið verður hækkað. - Vit taka undir við teim grundgevingum sum Vinnuhúsið og onnur fakfeløg alment hava borið fram og halda ikki at løntakarin skal gjalda meira til barsilsskipanina, nú eitt staðfest hall er í skipanini, siga tey í yvirlýsing í kvøld.

Hetta grundgeva tey við, at tá yvirskot hevur verið í barsilsskipanini, hevur landskassin fingið avlopið, tí eigur landskassin eisini at taka á seg eitt møguligt hall. Fakfelagssamstarvið vísir somuleiðis á týdningin av, at ein arbeiðsmakrnaðardepil verður settur á stovn og at øll viðurskifti sum hoyra einum slíkum depli til, framyvir verða umsitin av arbeiðsmarknaðarpørtunum.