MÓTMÆLI
Enn eina ferð heitir felagið Sinnisbati á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um ikki at steingja psykiatrisku deildirnar ávís tíðarbil. Frá komandi sunnudegi og ein mánað fram verður psykiatriska deild 3 á Landssjúkrahúsinum afturlatin.
Felagið hevur fleiri ferðir áður gjørt vart við óhepnu og ørkymlandi avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at sinnisliga sjúk fólk verða tvangsflutt á aðrar psykiatriskar deildir ella at fara heim í úrtíð. Sinnisbati mótmælir hesi mannagongd, fer gjølla at fylgja við málinum og vónar, at hetta ikki fer at endurtaka seg í framtíðini.