Mótkravmæli

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Eitt av teimum nógvu vælsignilsunum, sum hongur uppi í fólkaræðinum, er rætturin at mótmæla øllum.
Grundlógartryggjaður er hann helst, rætturin, ikki møguleikin kanska, men rætturin at mótmæla. Men tó ikki rætturin at fáa rætt við mótmælum.
Men tá nú rætturin er har, ræður um at brúka rættin til at fáa alt og øll at rætta seg upp.
Fólkaræðið er tó eisini so snilt samansett, at teimum, sum verður mælt móti, nýtist ikki at lurta eftir mótmælunum.
Tað gera tey heldur ongantíð, BankNordik tó undantikin.
Annars fara mótmælini aftur við borðinum og út á streymasjógv við frárensluvatninum. Tað er vatnið, sum vit fyrr kallaðu lortavatn, síðani kloakkvatn, men nú hevur fingið tað fína akademiska heitið frárensluvatn.
Líka nógv, ella nógv fleiri, sum mótmælini, eru krøvini.
Børn læra frá fyrsta degi, at tað loysir seg at krevja, tí tað gevur mest.
Í vøggu- og grulvigarðsárunum koma krøv haðani. Eftir tað bara kravboð.
Tá børnini gerast vaksin, tey, sum blíva tað, gerast tey bilsin, tá tey varnast, at nú ljóðar klaverið ikki so væl longur. Krøvini geva nú millum lítið og einki, null komma okkurt prosent.
Men so leingi, mannarætturin m/k er har, skal hann brúkast.
Eina ferð, eg var í Keypmannahavn, kallaðu tey í Christiania til kravgongu um frítt hash.
Tað er gott fyri heilsuna at ganga, so eg fór við. Havi eisini altíð hildið, at hash, og ikki bara hash, men øll rúsevni eiga at kunna keypast á apotekunum uttan resept.
Undirtøkan til hetta samfelagsuppbyggjandi tiltak hjá samfelagnum í samfelagnum var øgilig. Tá bilurin við einum ovurstórum rúkandi joint á takinum kom á Ráðhústorgið, vóru tey aftastu í gonguni á Lurkabrúnni.
Eg fór burtur úr kravinum og í eina aðra gøtu á veg inn á torgið. Og har var so eisini ein kravfundur við eina ráðharrastovu, Innanríkismálaráðið.
Men tað var sovorðið reyvkeðiligt og kynsleyst, óseks(x)ut, sum verulig mannarættindi. Hvør tímir tey ein leygardag seinnapart, meðan sólin sær?
Har vóru ikki nógv, nakrar fáar temadagsmanningar, sum kravdu, at útlendingar, sum leita sær hjálp og friðskjól í Danmark, sleppa at vera í Danmark, tí har er, sum tey søgdu, ovmikið av plássi. Politistarnir, sum vardu skrivstovuveldi fólkaræðisins, vóru fleiri enn tey, sum kravdu.
At sleppa at keypa og roykja fjákut tubbak er ein nógv størri mannarættur enn ikki at verða send aftur til kúgan og koyril.
Undirhald er eitt krav frá fyrsta degi í vøgguni.
Eg skilji væl javnaðarmannin, sum vil sleppa at brúka bæði X og C í Føroyum, uttan at ákæruvaldið hjá málløgregluni kemur eftir honum.
C ella kaos.
Vit mótmæla ikki. Men vit krevja eitt internasjonalt stavrað, sum eisini kann brúkast á Norðpólinum.
CIP er ikki longur í Føroyum, so øll tey Cini kunnu strikast út við svørtum.
Løgtingið hevur brotið rundskrivið hjá Jørgeni um, at alt, sum kostar 50.000 kr. ella meira, skal bjóðast út.
Kanningin hjá løgtinginum varð ikki boðin út.
Koyringin hjá landsstýrismonnunum er heldur ikki boðin út.
Vit mótmæla og krevja, at hon verður boðin út, so øll hava ein kjans at bjóða seg fram at kanna Kára og Kaj Leo og koyra Jørgen aftur og fram.
Vit umhugsa at mótmæla. Men fara heldur at krevja. Tað er eitt krav, sum ikki verður vikið frá, at vit sleppa at krevja.
Eg siti ikki á skortsbukkuni, so eg eri ongantíð uppdateraður. Eg veit snøgt sagt ikki, hvat hendir uttan um meg.
So frægt veit eg tó, at Halgabók er ikki ein Facebook, hóast hon er bæði teldutøk og talgild. Og eftirfarandi, siga summi.