Fuglafjørður: Á hvørjum ári skipar missiónshúsið Thabor fyri missiónsviku. Soleiðis verður eisini gjørt í ár, tá missiónsvikan byrjar nú sunnukvøldið.
Í fjør byrjaðu møtini í missiónshúsinum og vórðu síðani flutt oman í Mentanarhúsið um vikuskiftið. Hetta eydnaðist so mikið væl, at ein ætlar at endurtaka succes?ina aftur í ár.
Talari á møtunum um vikuskiftið er danski presturin og bíbliuskúlalærarin, Erik Holmgaard.










