Komandi sunnudag 2. apríl kl. 16 verða verk hjá fýra mætum listarmonnum framførd: Rithøvundunum Goethe (1749-1832) og Schiller (1759-1805) og tónaskøldunum Haydn (1732-1809) og Beethoven (1770-1827). Allir fýra virkaðu um somu tíð, í sama umhvørvi og sama tíðaranda. Goethe og Schiller arbeiddu saman í Weimar, Haydn var lærari hjá Beethoven og í síni 9. Symfoni brúkar Beethoven yrkingina hjá Schiller »An die Freude«.
Nikolas Kapnas, violin, Stamen Stantchev, klaver og Jens Christian Guttesen, cello framføra 2 klavertrioir: Haydn, D-dur nr. 6 og Beethoven, opus 3 nr. 1 í C-moll.
Birita Mohr og Súsanna Tórgarð lesa yrkingar hjá Goethe og Schiller.
Tað eru tónleikararnir, Konsertfelagið og »Gríma« sum skipa fyri hesi konsertini.
Í steðginum verður høvi at hugna sær við einum kaffimunni og heimabakaðari køku.
Atgongumerkið á 80,- kr. fáast við dyrnar ein tíma frammanundan ? børn sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.