Fimm daga møtirøð verður í Berøa í Saltangará frá mikukvøldinum 29. januar til sunnukvøldið 2. februar. Einki ávíst evni er ásett, men møtini verða ein blanding av uppbyggingar- og evangeliskum møtum.
Síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hava Svenning av Lofti, Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Poul Jóhan Djurhuus virkað saman í Harrans verki, har teir hava skipað fyri størri og minni fundarøðum, bíbliuskeiðum og evangeliseringsferðum uttanlands.
Luttøka verður við tónleiki og sangi, so sum sangkórið í Ebenezer, kvartettin í Betesda, Miðnáttarsangbólkurin og kvartettin í Filadelfia. Á øllum møtunum verður nógvur og góður sersangur og felagssangur.
Samkoman í Berøa sigur, at øll eru vælkomin til møtini. Møtini gerandiskvøldini eru øll kl.19.30, meðan møtið sunnukvøldið er kl.18.00