Møti við nýggja prestinum á ólavsøku

Nú ólavsøkan byrjar, hava tey ungu í Meinigheitshúsinum í Havn fyrireikað eina spennandi skrá allar dagarnar. Á skránni er bæði sangur, tala, drama og annað. Høvið verður haraftrat at hoyra nýggj prestin í Havn, Hanus Simonsen tala.

Byrjað verður longu í kvøld kl. 22, tá ein spennandi løta verður við lovsangi.

Ólavsøkuaftan kl. 18 er møti, har Jógvan Højgaard, ið virkar sum trúboðari í Suðuroy fer at taka. Við hetta møtið fara ung úr Havn at framføra ein dramaleik, eins og sangur er á skránni. Kvøldið endar við eini lovsangsløtu, sum byrjar kl. 22 og fer at vara til langt út á náttina.

Ólavsøkudag verður møti kl. 18 har nýggi hjálparpresturin í Suðurstreymoy, Hanus Simonsen fer at tala. Við hetta møtið fara ung úr Havn bæði at syngja og framføra dramaleik.