Sambandstinglimirnir Alfred Olsen, Marjus Dam, Alfred Olsen og Bjørn Kalsø taka ikki undir við ætlanini hjá Johan Dahl um at áseta veiðubann fyri vunnuligari línuveiðu inni við land.
Hesum hava tey boðað løgmanni frá, og tey meta málið so álvarsligt, at tað kann taka grundarlagið undan sitandi minnilutasamgongu.
Tey meta ætlanina sum ágang móti heimaútróðrinum og vísa á at ongar kanningar eru gjørdar av toskastovninum inni við land og á firðum og sundum.
Av tí at smæstu útróðrarbátarnir ikki hava satelitskipan, og við tað at økini, sum verða givin upp tá avreitt verður eru ógvuliga stór, ber ikki til neyvt at siga, hvar mest verður veitt at smáfiski.
Stórt spurnartekn kann eisini setast við, um fiskiveiðueftirlitið virkar nóg væl.
Hetta eru viðurskifti, sum greiða má fáast á, áðrenn veiðumenn verða riknir av leiðum, har teir hava roynt í øldir, siga sambandsfólkini.
- Vit kunnu als ikki góðtaka, at tað á so tunnum grundarlag, beinleiðis verður farið eftir einum bólki í samfelagnum, og at hesin órættvíst verður avsagdur av teirri politisku skipanini, siga tey.











