Mótmælisskrivið móti Sandoyartunlinum, sum Hans Blåsvær í Havn hevur tikið stig til, er at síggja á heimasíðuni www.gopetition.com/online/15622.html
Har verður sagt, at málið er Føroya Løgting, og so verður fyrst og fremst víst til uppskotið um Sandoyartunnilin við leinkju til uppskotið á heimasíðuni hjá løgtinginum. Síðani verður sagt, at Føroya løgting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð.
- Eingin vón er fyri, at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um, skrivar Hans Blåsvær.
Víðari sigur hann:
- Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvørja ferð, Studentaskúlin í Hoydølum er ein ruin, og játtanin til Fróðskaparsetur Føroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.
Úrslitið verður, at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjøgnum.
Undirritaðu vilja við hesum mótmæla, at alt Føroya ríkidømi verður brúkt til at bora hol við.