Møti og frítíð í einum

Seinastu trý árini hevur verið skipað fyri sonevndum “Føroyskum Ársdegi”. Í ár verður eitt líknandi tiltak hildið í Hirtshals.

- Í ár verður ikki skipað fyri slíkum ársdegi. Men vit vóna kortini, at áhugi er at koma til møtini um hvítusunnuna, sigur ein av stigtakarunum, Heri Elttør. Hann arbeiðir sum trúboðari hjá donsku Heimamissiónini, og hevur millum annað sum sítt arbeiði at virka millum føroyingar.

Eitt av tiltøkunum hava verið hesi ársdagarnir, sum hava verið hildnir bæði í Randers og í Århus. Hesaferð verður eitt møtitiltak hildið í missiónshúsinum í Hirtshals.

Á hesi stevnuni verða føroyskir talarar og føroyskar sangkreftir.

Møtini byrjaði í kvøld og halda fram til hvítusunnudag.


Tvey fyri eitt

Tað eru kortini ikki bert møti á skránni hetta vikuskiftið í Hirtshals, har høvuðsevnið er “Andans gerningur”.

Møtini byrja í kvøld kl. 19:30 við eini konsert, har Magni Christiansen og fleiri fara at luttaka.

Leygarmorgunin kl. 10 verður byrjað við kaffi og rundstykkjum og síðani verður ein bíbliutími við Vagn Foldbo, ið er aðalskrivari í føroysku Heimamissiónini.

Seinnapartin kl. 15 fer Torleif Johannesen at tosa um evnið “Eg, leiddur av Andanum? Her verður eisini ein kaffimunnur at fáa.

Um kvøldið verður aftur møti við Vagn Foldbo. Við hetta tiltakið, ið byrjar kl. 19:30 fer Magni Christiansen aftur at syngja. Síðani verður eftirmøti.

Møtini í Hirtshals enda hvítusunnudag kl. 18, har Vagn Foldbo talar og Magni Christiansen syngur.

Heri Elttør sigur, at í Norðurjyllandi eru góðir møguleikar at leiga summarhús ella campingvogn.

- Á henda hátt kann ein fáa tvey fyri eitt – at njóta hesar frídagarnar, samstundis sum møguleiki er at hoyra Guds orð, gjøgnum talu og sang, sigur hann.

Møtini verða hildin í missiónshúsinum í Hirtshals, sum liggur í Vestergade 13.