Hugnakvøld
Í annaðkvøld verður hugnakvøld við mati, mótasýning, tónleiki og góðum ráðum um húðrøkt, á Gistingarhúsinum í Øravík í Suðuroy.
Hugnakvøldið byrjar í annaðkvøld, hóskvøldið.
Tað eru fýra klædnahandlar á Tvøroyri, sum skipa fyri og talan verður bæði um klæðir til børn og vaksin.
Teir fýra handlarnir eru CN-Wear, Frítíðarhornið, PAU og Toystovan.
Umframt mótasýningina, fer Majken Sandá, kosmitologur frá Athena í Vági, at siga frá ymiskum um húðrøkt.
Men tað verður eisini okkurt til matna Og tónleikinum stendur Tróndur Enni fyri.
Atgongumerkini kosta 100 krónur og tey fáast í handlun um, sum eru við í tiltakinum og í Athena í Vági. Seinasti møguleiki er at keypa atgongumerki er í dag, mikudagin. Men atongumerkið gevur eisini teimum góðan avsláttur, sum keypa klæðir á hugnakvøldinum.