Ímóti moskuætlan við Ground Zero

Tey flestu í New York eru ímóti ætlanini at byggja eitt muslimskt mentanarhús við einari mosku nærhendis staðnum, har World Trade Center stóð, til tað rapaði tann 11. september í 2001.

Ein nýggj meiningakanning hjá Quinnipiac University vísir, at 67 prosent av veljarunum í New York eru ímóti at byggja mentanarhúsið og moskuna so stutt frá Ground Zero.

Kanningin vísir, at 90 prosent av teimum republikonsku veljarunum eru ímóti ætlanini, meðan 50 prosent av demokratunum eru ímóti byggiætlanini, sum hon nú er.

Hinvegin ásanna 80 prosent av teimum spurdu, at løgfrøðiliga hava tey, sum standa aftan fyri ætlanina, rætt til at byggja eitt muslimskt mentanarhús á tí ætlaða staðnum.

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, og Barack Obama, forseti, hava fleiri ferðir sagt, at muslimarnir hava rætt til at byggja sær eina mosku á staðnum, sum teir hava útvegað sær til endamálið.