Móti Katar í morgin

Dysturin ímóti Kolumbia endaði tíverri júst soleiðis sum 4 tær undanfarnu uppgerðirnar í OL-høpi. Byrjaðu sera væl, men blivu sum tíðin leið stútt og støðugt settir undir trýst og taptu ½-3½ tá avtornaði. Harvið fekk Kolumbia fimta sigurin til høldar ímóti Føroyum gjøgnum tíðirnar.

 

Sjálvsagt varð vónað, at vit kundu venda gongdini, men Kolumbia hevur eitt sera javntsterkt landslið á flestu borðunum og mótbrekkan gjørdist ov stór. Men tað er tó at fegnast um, at Rødgaard, eftir at havt ein time-out í seinastuni, kom sterkt aftur og telvdi ein frálíkan javnleik við svarta fólkinum. Tað kundi eisini blivið til meira, tí Helgi hevði javnleikin í pottinum.

 

Í 9. umfari er mótstøðutjóðin Katar, sum er seedað nr. 67 í mun til okkara seeding sum er nr. 72. Kolumbia er nr. 67 eftir 8 umfør.

 

Talan verður um enn eina sera spennandi og javna uppgerð hjá okkara monnum, tí meðalstyrkin hjá Katar og Føroyum er á leið hin sama, har Katar tó hevur munin við 36 ratingstigum hægri enn okkara. Men eftir talvuni niðanfyri, hava 1. og 2. borð hjá Katar staðið seg sera væl, meðan niðaru borðini hava haltað nakað eftir. Og serligt er tað, at Katar sæst ikki hava reservar á liðnum. Manningin er 4 telvarar, sum krevst til hvønn dyst.

 

Í søguligum høpi eru royndir okkara ímóti Katar góðar. 2 uppgerðir eru telvaðar, har vit hava vunnið og telvt javnt: Novi Sad 1990 (2-2) og Istanbul 2000 (3-1).

 

Tað er at vóna, at søgan endurtekur seg, skrivar formaðurin í Talvsambandinum á heimasíðuni.