Móti ICEX-toppinum

Atlantic Petroleum stendur á gáttini at gerast partur av tí sonevnda ICEX15-vísitalinum yvir partabrøv í teimum leiðandi fyritøkunum á íslendska virðisbrævamarknaðinum.

Á íslendska virðisbrævamarknaðinum eru 15 tær leiðandi, skrásettu fyritøkurnar skipaðar í hitt sonevnda ICEX15-vísitalið. Hetta er eitt úrval av fyritøkum, sum ganga á odda á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi. Virðisbrævamarknaðurin sjálvur nevnir ICEX15 sítt úrvalsvísital, og tað kann sammetast við OMXC20-vísitalið hjá Københavns Fondsbørs.

Tað, sum við føroyskum eygum er áhugavert við ICEX15, er, at føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, helst stendur á gáttini at gerast partur úrvalsvísitalinum. Við øðrum orðum er fyritøkan um at gerast ein av teimum leiðandi á ICEX. Tað skrivar Føroya Sparikassi á heimasíðu síni.

Íslendska vinnulívsblaðið, Viðskiftablaðið, skrivar við einum av stóru íslendsku bankunum sum keldu, at Atlantic Petroleum helst kemur upp í ICEX15 longu í morgin, fríggjadagin 9. juni, tá vísitalið verður dagført. Hesar dagføringar verða gjørdar tvær ferðir árliga.