Føroysku hondbóltsharrarnir fáa eina nýggja avbjóðing longu í januar mánaði. Grønlendska hondbóltslandsliðið hevur nevnliga gjørt av, at teirra næsta venjingarlega verður í Føroyum, og millum annað verður ein landsdystur móti Føroyum á skránni. Og hesin verður altso tann 21. januar. Føroyar og Grønland spældu eisini venjingardystir í Føroyum í 2000, tá talan varð um tveir sera spennandi dystir.