Øll tey, sum búgva upp at Kongaminninum í Havn, hava skrivað undir eitt mótmælisskriv, sum er sent bæði andstøðu og samgongu í býráðnum.
Grannarnir krevja, at ætlanin verður steðgað í stundini, tey eru ikki hoyrd og krevja at fáa ávirkan.
Kommunan ætlar at gera gøtur og seta benkur upp og lata økið upp fyri almenninginum.
Tað merkir eisini, at seyður og gæs, sum ganga har, mugu tkast av.
Óspilt øki
- Sum er, er hesin blettur eitt so vakurt og óspilt øki, her ganga seyðir og gæs, spælandi børn summar og vetur og so ikki at forgloyma øll tey ovfarnu ferðafólkini, ið serliga um summarið leita sær niðan higar at njóta eina friðsæla løtu, alt meðan myndartolini hava verið dúgliga nýtt, skriva grannarnir, sum halda ætlanina vera illa umhugsaða.
Málið hjá kommununi er at gera økið opið fyri almenninginum. Har verða gjørdar høtur og tvey bor og benkur verða sett upp. Maðurin, sum hevur seyð og gøs á økinum hevur fingið eitt annað øki í boði, men nakað av djóralívi verður framvegis við Kongaminnið.
Hesa ætlan hevur kommunan leingi havt, tí talan er um eitt kommunalt fríøki.