Mykinesfólk eru ímóti at friða lundan við lóg
Ígjøgnum fleiri ár hava avmarkingar og broytingar viðvíkjandi lundaveiðu í Mykinesi verið reguleraðar á grannastevni. Soleiðis verður eisini í ár, tá ið grannastevnan verur hildin. Tá er ætlanin at friða lundan í trý ár.
Hetta verður sagt í eini einmæltari yvirlýsing frá fundi í Mykinesi 1. páskadag.
Á fundinum var lógaruppskotið um at friða lundan listið upp, og fundarfólk vístu á, at fleiri skeivleikar vóru í viðmerkinginum til lógaruppskotið. Í viðmerkinginum stendur til dømis, at í fjør vórðu veiddir 336 lundar í Mykinesi, men í Mykinesi vóru bert 36 lundar fleygaðir. 25 av fleygamanni og 11 av dreingjum, sum lærdu seg at fleyga.
Fundarfólkið fýltist eisini á, at í viðmerkingunum er einki nevnt um tiltøk, sum hava verið gjørd fyri at verja lundan. Tey vístu til allar grannastevnuviðtøkurnar, sum hava verið gjørdar síðan fyrst í 90-unum, tá hóttafall byrjaði at koma á lundan.
Í uppskotinum verður sagt, at fíggjarliga hevur friðingin ikki stórvegis avleileiðingar. Hetta halda mykinesfólk vera skeivt, tí hjá teimum hevur fuglaveiða verið eitt gott inntøkuískoyti.