Múte Egede tekur 51 ára gamalt met hjá Atla P. Dam

Danmark hevur ongantíð havt so ungan stjórnarleiðara sum Føroyar hava havt – og sum Grønland nú hevur fær

 

At gerast stjórnarleiðari sum 34 ára gamal er rættiliga ungt. Tað er í øllum førum met í kongaríkinum – í ríkisfelagsskapium millum Danmark, Føroyar og Grønland.

Yngsti løgmaður í Føroyum var Atli P. Dam, sum gjørdist løgmaður fyrstu ferð sum 38 ára gamal 10. desember í 1970. Hann var løgmaður fimm ferðir. Valdur til løgmann í 1970, 1975, 1979, 1985 og 1991.

Tann yngsti persónurin í forsætismálaráðnum í Danmark er núverandi forsætisráðfrú Danmarkar, Mette Frederiksen. Hon er fødd 19. november í 1977 og var 41 ára gomul, tá hon gjørdist forsætisráðfrú 27. juni í 2019.

Múte Boerup Egede í Grønlandi er føddur 11. mars í 1987 og júst fyltur 34 ár og verður yngsti landsstýrisformaður í Grønlandi, um tað eydnast honum at skipa landsstýri. Hann er formaður í vinstrasinnaða flokkinum Inuit Ataqatigiit, stytt IA.

Tað er kanska vert at merkja sær, at fyri at finna tann næst yngsta eftir Mette Frederiksen, so skulu vit rættiliga langt aftur í tíðina. Tí tað Carl Theodor Zahle, sum var forsætisráðharri frá 1909-20 og frá 1913-20. Hann var  43 ára gamal, tá hann tók við í 1909.

Fyri at finna triðyngsta í Danmark skulu vit nógv longur aftur. Tí hann var Carl Christopher Georg Andræ, for var forsætisráðharri í Danmark frá 1856 til 1857. Hann var 44 ára gamal. Á fjórða plássi kemur Hans Hedtoft, sum var forsætisráðharri í Danmark frá 1947-50. Hann var 44 ára gamal.

Tann fimt yngsta í Danmark er hin kvinnan í sessinum, Helle Thorning-Schmidt, sum var forsætisráðfrú frá 2011-2015. Hon var 44 ár, tá hon tók við starvinum.

Talvan niðanfyri vísir allar løgmenn í Føroyum, og aldur fyrstu ferð tey vóru vald til løgmann:

ár

Løgmaður

aldur

1

1970

Atli P. Dam

38

ár

2

2015

Aksel V. Johannesen

42

ár

3

2008

Kaj Leo Holm Johannesen

44

ár

4

1981

Pauli Ellefsen

44

ár

5

2019

Bárður Nielsen

46

ár

6

1994

Edmund Joensen

49

ár

7

1998

Anfinn Kallsberg

50

ár

8

1993

Marita Petersen

52

ár

9

2004

Jóannes Eidesgaard

52

ár

10

1963

Hákun Djurhuus

54

ár

11

1950

Kristian Djurhuus

55

ár

12

1989

Jógvan Sundstein

55

ár

13

1959

Petur Mohr Dam

60

ár

14

1948

Andrass Samuelsen

74

ár

Talvan niðanfyri vísir allar landsstýrisformenn í Grønlandi, og aldur fyrstu ferð tey vóru vald til landsstýrisformann:

ár

Landsstýrisformaður

aldur

1

2021

Múte B. Egede

34

ár

2

1979

Jonathan Motzfeldt

40

ár

3

1991

Lars Emil Johansen

45

ár

4

2002

Hans Enoksen

46

ár

5

2013

Aleqa Hammond

48

ár

6

2014

Kim Kielsen

48

ár

7

2009

Kuupik Kleist

51

ár