B68 hevði tað mesta av tíðini bóltin meiri enn heimaliðið, men kortini var tað HB, sum skoraði tvey tey fyrstu málini og harvið legði seg framum bæði 1-0 og 2-0.
Í sætta minutti var tað Daniel Johansen, sum var á vøllinum allan dystin á tamb, sum eftir skjótálop skoraði, og í seinna førinum var tað Bjarni Brimnes, sum eftir horna og aftur og fram skoraði.
38 minuttir vóru farnir, tá ið støðan var 2-0. Kortini varð hálvleiksstøðan 2-2, og B68 vann 3-2.
Veteranurin Debss Danielsen er aftur á Toftum, sum hann síðst umboðaði í 2015. Hann minkaði um munin við at umseta brotsspark til mál, og so var tað Esmar Clementsen, sum í evstu løtu í fyrra hálvleiki og eftir diagonalsending rann seg leysan í vinstru og sendi bóltin framvið Bjarta Vitalis mørk í HB málinum.
Tjúgu minuttir undan leikloki skoraði Otto Reinert Petersen B68 sigursmálið til 3-2. Eftir innlegg úr høgru frá Debes Danielsen sendi hann við høvdinum bóltin í málið.
HB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. Í triðja umfari fer HB til Sands.
B68 hevur eftir tvey umfør fýra stig og er harvið ósigrað. Í triðja umfari fara toftamenn til Sørvágs.