Mótbrekka hjá Saab

Í 1989 yvirtók amerikanska stórfyritøkan General Motors svensku bilverksmiðjuna Saab, men hesum hava amerikanararnir ikki fingið nógv burturúr.

Tvørturímóti hevur keypið kostað General Motors 21 milliardir krónur hesi árini. Í fjør mátti Saab fáa góðar fýra milliardir krónur í nýggjum peningi frá móðurfyritøkuni, og í ár má General Motors lata Saab fleiri milliardir krónur afturat, skrivar Aftenposten. Saab hevði góðar fýra milliardir krónur í halli í fjør, og um ársskiftið var eginpeningurin negativur við næstan fimm milliardum krónum.

Tað er heldur einki, sum bendir á, at gongdin verður stórt betri í ár. Í fyrra hálvári seldi Saab 66.600 bilar ella 3.000 færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, og tað er longu nú greitt, at úrslitið eisini verður hall í ár, skrivar Aftenposten. Sum eina roynd at bøta um gongdina, umhugsar General Motors at flyta Saab-framleiðsluna til eitt land í Eysturevropa.