Mótbrekka beinanvegin

– Vit vóru væl uppsettir undan dystinum, men tað kiksaði frá byrjan hjá okkum. Eg veit ikki, hvat hendi, men hatta var ikki ein góður fyrri hálvleikur, segði høgri bakkur á føroyska liðnum, Jónas Þór Næs.

– Tað fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum. Vit fingu mótbrekku beinanvegin, og so var tað ikki lætt at koma inn í dystin. Nú mugu vit tosa um tað og seta orð á, hvat gekk galið, so vit kunnu gera tað betri mikudagin, tá vit skulu gera ein góðan vørr.