Fríggjakvøldið verður ein øðrvísi mótaframsýning í Perluni í Havn. Sýnt verður fram ymiskt frá bæði skræddarum og ørðum føroyskum kvinnum sum hava áhugað fyri tøving, seyming, binding og líknandi. Tað verða nýmótans klæðir sýnd fram, alt frá frakkum til turrikløð, eisini verður møguleiki at keypa okkurt av ymisku klædna pløggunum eftir sýningina.
Tað sum verður á skánni er:
Ragnhild Ellingsgaard verður vertur
The Ghost frammføra
Beinta Hjelm syngur
Mótasýning
Fyrireikarar kalla hetta eitt rátt og øðrvísi mótashow.
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið klokkan 21.00