Øll eru vælkomin á Handilsskúlan á Kambsdali mikukvøldið millum 18 og 22. Næmingar fara at undirhalda við mótasýning, tónleiki og skemti, og lærarar fara at kunna um útbúgvingar og lærugreinir.
Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri hesum tiltaki, og undanfarin ár hevur tað verið væl móttikið. Næmingar skipa fyri mótasýning, har handlar í umráðnum luttaka. Livandi tónleikur er eisini á skránni umframt skemt.
Lærarar og lestrarvegleiðarar fara í sambandi við tiltakið at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir, sum eru á einum handilsskúla.
? Endamálið við einum tílíkum kvøldi er at kunna so væl sum gjørligt um skúlan og útbúgvingar skúlans og samstundis geva næmingunum, sum eru á skúlanum møguleika at skipa fyri einum øðrvísi tiltakið, sigur Páll Isholm deildarstjóri á Handilsskúlanum.
Sjálv mótasýningin og tónleikurin verða á skránni millum 19 og 21, og so verður møguleiki at nema sær kunning um útbúgvingar og lærugreinir frá 18 - 19 ella frá 21 - 22.