Leygarkvøldið verður skipað fyri einum tiltaki í Skálanum í Klaksvík, har millum annað nýggjast klædnamótin verður sýndur fram.
Handlarnir Cheap, JAP og Giggi fara at vísa nýggj klæði fram, og umframt mótasýningina verður eisini annað á skránni.
Lagt verður fyri við einum góðum døgurða, og Arnfríð Lützen, Niklas Heri Jákupsson og Ingi Isaksen fara at syngja og spæla og okkurt undirhaldið verður eisini.
Tað er 1. q á HF skúlanum í Klaksvík, sum skipa fyri tiltakinum, og tey siga, at kvøldið verður hugnaligt og undirhaldandi.
Kostnaður verður 200 krónur fyri hvønn persón, og tað ber til at melda seg til kvøldið á tlf. 457172, 220599, 457618 og 455843. Tilmeldingin skal gerast áðrenn í kvøld klokkan 21.00.
Tiltakið byrjar klokkan 19.30










