Mótaklæðir til alt landið

- Tað er at tora, og síðani bara leypa útí tað!

Soleiðis lýsir Jónleyg Bláhamar í Vestmanna hugsanina sum hon fekk, tá hon avgjørdi at lata upp mótahandilin Vest Móti ein junidag í 1984.

Hetta var nakrar fáar dagar undan undan vestanstevnuni, og hon var, sum vera man sera spent upp móttøkuna frá fólki.
Ein annar handil sum eisini seldi klæðir var í Vestmanna, men Jónleyg fekk beinanvegin at sanna at vestmenningum dámdu væl at ein slíkur mótahandil var komin í bygdina.
- Tað var eingin ivi um, at teir fegnir vildu stuðla okkara handli, sigur Jónleyg.
Handilin lat so dyrnar upp, og tað vardi ikki leingi fyrrenn fyrstu kundarnir byrjaðu at koma inn. Røðin av bilum stóð langar leiðir báðumegin handilin.
Hetta kom rættiliga óvart á Jónleyg. Tí, sum hon sigur:
- Tá stevnan var liðug, var handilin nærum tømdur fyri vørur. Tað hevði eg als ikki væntað.
- Her var næstan einki eftir, minnist hon aftur á henda minniliga dagin.
Síðani tá hevur handilin verið opin allatíðina. Og Jónleyg kann framvegis staðfesta at fólkið í bygdini hevur tikið og framvegis tekur væl ímóti vørunum, sum hon hevur til sølu.
 
Bíleggja saman
Tá Jónleyg byrjaði handilin var tað í roynd og veru í samstarvi við tveir aðrar handlar.
Í fyrsta lagi var talan um, at handilin helt til í sama bygningi har systir hennara hevði handil. Hon hevði handilin Vest Video, meðan Jónleyg hevði Vest Móta.
Samstundis við upplatingina av Vest Móta í Vestmanna byrjaði Klædnabúðin við Brynju Trondesen í Skálavík við klæðum av somu merkjum.
Tað kom seg soleiðis, at tær báðar høvdu fingið sama hugskot og fóru tí á klædnamessu í Bellacentrinum í Keypmannahavn um várið hetta árið.
Tær komu at búgva í sama húsi, og soleiðis byrjaði eitt samstarv sum enn varir við. Við hesum samstarvinum bíleggja tær vørur inn saman, og kunnu soleiðis hava eitt størri úrval av mótavørum, um tær skuldu bílagt tær einsamallar.
 
Ikki gloymd
Ein partur av hesum samstarvinum millum Jónleyg og Brynju er at tær eisini fara á klædnamessur saman.
Her hava tær bestu atgongd til tey merkini, sum eru nógv frammi í dag t.d. Vero Moda, Ze-Ze, Zhenzi, Sisters Point og Mongul.
Eitt er sjálvandi at hava stórt úrval av teim nýggjastu mótavørunum. Eitt annað er at fáa kundan at fáa eyga á tær.
- Vit hava altíð gjørt nógv burtur úr at lýsa við vørum okkara. Eg haldi eisini, at tað veruliga hevur givið úrslit.
- Fólk vita í dag, at vit eru til. Vit eru ikki gloymdar, sigur Jónleyg.
 

 
Kundar kring alt landið
Onkur vil kanska halda, at Vestmanna er vorðin ein útjaðari. Men hesum er Jónleyg ikki samd í.
Áðrenn Vágatunnilin hendi tað ofta, at fólk kom á gátt at hyggja eftir úrvalinum, meðan tey bíðaðu eftir ferjuni til Oyrargjáar. Men í dag er øðrvísi.
- Í dag er ikki óvanligt at ein bilur úr Vágum kann steðga uttanfyri, og inn koma einar 3-4 konur.
- Hesar eru ikki bert komnar at hyggja eftir vørum, men at keypa, sigur Jónleyg, sum dámar væl slíkar kundar.
Annars eru kundar úr øllum landinum. Serliga vestmenningar hava verið góðir stuðlar hjá Vest Móta, men fólk úr Vágum, Kollafirði, Kvívík og sjálvt úr Suðuroynni teljast eisini millum teirra, sum ganga í klæðum frá handlinum hjá Jónleyg.