Mótaklæði úr skinni í Smiðjuni

Jakkar úr kópaskinni og anorakkar úr revaskinni er nakað av tí, ið verður at síggja á framsýning hjá sniðgevanum Rannvu Simonsen í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið



Komandi vikuskifti sýnir sniðgevin Rannvá Simonsen fram síni sermerktu pløgg úr skinni fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 10 í Smiðjuni í Lítlivík, har høvi millum annað verður at síggja jakkar úr kópaskinni og anorakkar úr revaskinni. 



Hátíðarhalda veturin

- Eg var troytt av at síggja út sum ein sekkur fyri at halda hitanum um veturin, sigur Rannvá Simonsen á síni heimasíðu, um orsøkina til, at hon fór undir at sniðgeva mótaklæði úr skinni.

Føroyska Rannvá Simonsen býr nevniliga í bítandi kalda norður Kanada, har siðurin at gera klæðir úr skinni eisini gav henni íblástur til nýggju sniðini.

Heldur enn at berjst móti kuldanum, sum vanlig hópframleidd vetrarklæði gera, hátíðarhalda upprunaligu skinnklæðini veturin. Og tað var júst hetta, sum Rannvá valdi at gera til eyðkennið fyri sína klædnarøð.

Klæðini útstrála vakurleika og gleði, eru gjørd úr ektaðum skinni og hava ofta áseymaðar blómur eins og fyri at draga eitt sindur av hita úr minninum um summarið.

Øll skinnini, sum Rannvá Simonsen brúkar, eru av djórum, sum eru veidd á burðardyggan hátt. Klædnarøðin umfatar milllum annað jakkar, anorakkar, taskur, vøttir og húgvir. Eisini átekur føroyski sniðgevin í Kanada sær bílagdar uppgávur frá viðskiftafólkum kring allan heimin.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin leygardagin frá klokkan 10 til 20, sunnudagin 14 til 20 og mánadagin frá 10 til 20.