Má takast upp beinanvegin

- Tað, sum hendir í fiskivinnuni nú, er eitt mál, sum samgongan má taka upp beinanvegin, heldur Kristian Magnussen, formaður javnaðarfloksins á tingi


Handil við skipum og loyvum
 

Eisini Kristian Magnussen, formaður í javnaðarflokkinum á tingi ,er eisini við á tí liði av politikarum, sum halda, at málini um at keypa og selja skip og fiskiloyvi fyri risaupphæddir, eiga at verða tikin upp á politiskum stigi.
Hann sigur, at javnaðarflokkurin hevði tað sum eitt punkt í síni valskrá til seinasta løgtingsval, at fiskidagalógin skuldi endurskoðast og at ein fiskidaga- og loyvisbanki skal setast á stovn, sum skal umsita øll fiskirættindi.
Men samstundis ásannar hann, at ov lítið er hent á hesum øki.
- Tað sum vit hava frætt um seinastu tíðina, ger tað í hvussu so er ikki minni átrokandi at taka hesi viðurskifti upp, staðfestir hann.
Tí heldur hann ikki at tað er rætt at bíða við hesum, so at tað ikki verður tikið upp, fyrrenn øll lógin um vinnuligan fiskiskap verður endurskoðað.
Hann sipar til, at nú eru upphæddirnar so stórar at tað ber ikki til at lata sum onki, samstundis sum um at tað eisini tykist sum um at útlendingar fáa ein størri og størri leiklut í okkara fiskivinnu.
- Tí er hetta ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp fyri seg og tað eigur at vera gjørt beinanvegin, tingið kemur saman aftur á Ólavsøku, sigur løgtingsmaðurin.
Hann heldur kortini ikki, at tað er rætt at nokta fyri at avgreiða fleiri skipamál, til greiða er fingin á viðurskiftunum.
- Tað vildi verið at sett marknaðarkreftirnar úr gildið og tað er ikki okkara uppgáva sum politikarar. Okkara uppgáva er at taka okkum saman og fáa greiði á viðurskiftunum og tað eiga vit at gera sum skjótast, sigur hann.
Í hesum sambandi heldur hann, at tað er neyðugt at fáa ein fiskidaga- og loyvisbanka, sum allur handil skal ganga í gjøgnum og soleiðis, at prinsippið varð staðfest um, at tað er landið sum eigur loyvi og rættindi og ikki tann einstaki reiðarin og at reiðarin bert hevur brúksrættin og sostatt ikki kann handla við loyvunum og stinga vinningin í lumman. 
- Fæst ikki semja um tað, eigur okkurt annað at verða gjørt fyri at sleppa undan tí, sum nú fer fram við fólksins ogn, sigur Kristian Magnussen.