Mótahúsið Barbara í Gongini er farið á heysin

Danska felagið Barbara í Gongini er farið á heysin

Danska felagið Barbara í Gongini er farið á heysin. Tað skriva danskir miðlar í dag. Hetta hendir eftir egnum ynski hjá leiðsluni felagnum, sigur bústjórin í konkursbúgvinum, Anders Ørskov Melballe við miðilin Finans. Hann sigur viðari, at orsøkin til hetta var, at leiðslan mátti staðfesta, at framtíðar útlitini fyri hvat felagið kann vinna sær ikki var nóg mikið til at svara skuld og útreiðslum. 

 

Hóast felagið Barbara í Gongini er danskt, er kvinnan handan kenda merkið føroysk og verða hennara klæði eisini seld í fleiri handlum í Føroyum. Klæðini hjá Barbaru í Gongini hava verið seld í yvir 20 marknaðum í heiminum, skrivar Finans, og merkið hevur verið fastur fúsur á mótapallum í mótavikuni í Keypmannahavn, Paris og Los Angeles.

 

Mótamerkið varð stovnað í 2005 og síðani 2010 hevur merkið hoyrt til felagið Barbara I Gongini A/S í Danmark, sum í 2016 hevði 11 starvsfólk, veit Finans í dag. Seinastu fýra árini hevur verið yvirskot hjá felagnum, tó at grannskoðanin hevur havt fyrivarni fyri úrslitinum. Nú er tað so farið á heysin og bústjórin hevur stongt heimasíðuna hjá felagnum, so til ber ikki longur at keypa á nethandli.

 

Sambært Finans.dk eru tað Barbara í Gongini og maður hennara Ole í Gongini, sum hava átt millum 66.66 og 89.99 prosent av felagnum, meðan Christian Phillip Arnstedt og Karin Plonaitis eiga tey prosentini, sum eftir eru.