Norðurlandahúsið bjóðar enn einaferð vælkomin til eitt av sínum vælumtóktu bindiskeiðum. Hesa ferð verður tað danski bindisniðgevin Laura Terkildsen, ið undirvísir, og er hetta aðru fer at hon bjóðar okkum sína servitan innan binding. Skeiðið byrjar við einari framløgu, ið skal virka sum íblástur til arbeiðssetningin hesar báðar dagarnar: frá bindiprøva til liðugt produkt.
-Klumpa-binding, lekkrir litir, ull og nýggir bindihættir. Litirnir geva lív meðan bindihátturin formar seg eftir kroppinum, soleiðis at lidna produktið er sniðgivið av tær ? til tín. Roknað verður við at eftir bert tveir dagar, fert tú heim við onkrum vøkrum til tín sjálvs, sigur Norðurlandahúsið á heimasíðuni.
Meira kann lesast um tiltakið á www.nlh.fo