Tað er eitt heldur øðrvísi mál, ið verður í Føroya rætti klokkan eitt í dag, tá manningin umborð á tíggjumannafarinum Orminum Langa skal møta í rættinum. Orsøkin er, at manningin fleiri ferðir er tikin fyri at venja uttan bjargingarvest, ið annars er álagt sambært lógini, men sýtir fyri at rinda bøturnar.
Hjálmar Hátún er ein teirra, sum skal møta í rættinum í dag, og greiðir hann frá, at talan er um eitt prinsippmál hjá manningini.
- Tað ber ikki til, at man bara knallar eina lóg ígjøgnum, ið onkur einaferð hevur gjørt og eingin spyr hví, og so skal allur flotin fylgja tí. Vanliga rinda fólk bara hasar túsund krónurnar í bót fyri at fáa frið. Úrslitið av tí er, at man plágar ein heilan ítrótt, tí eingin tímir at siga frá, sigur Hjálmar Hátun.
Sjálvur metir hann, at talan er um yvirformyndarí frá almennari síðu, tí so vítt sum hann veit, so er tað bara einaferð hent, at ein bátur er farin runt, og tað var ein kvinnumanning einaferð í fýrsunum.
- At Vaktar- og Bjargingartænastan er áløgd at fara runt og spæla politi og kika av landi og brúka orku upp á at jakta kappróðrarflotan er púra burturvið. Tað er yvirformyndarí, tí tað er aldrin hent í Føroya søgu, at eitt tíggjumannafar hevur verið tætt við at fara runt. Man roynir at binda um heilan fingur fyri ein trupulleika, ið ikki er til. Tað er sum at ansa upp á tokini í Føroyum. Trupulleikin er ikki her, sigur Hjálmar Hátun.
Kravið at vera ílatin bjarngingarvest meðan vant verður er við til at minka um kvalitet á venjingunum, sambært Hjálmari Hátun.
- Tað lækkar um kvalitetin og gleðina við venjingina hjá øllum flotanum. Men øll skula bara ganga og nikka, tí soleiðis sigur yvirformyndaríið. Hetta er púra burturvið í okkara verð.
Hjálmar Hátun sigur, at málið er farið í rættin, tí manningin ynskir at vísa á trupulleikan á rætta stað.
- Nú hava vit høvi at seta orð á trupulleikan. Tað nyttar ikki at skelda fólkini, ið koma í gummibátunum og geva okkum bótina, ella blogga um hetta á Facebook. Hetta er møguleikin at siga sína hugsan á rætta stað, sigur Hjálmar Hátún.